Innskriving

Vit viðmæla, at tú innskrivar teg 1½ tíma áðrenn fráferð, tá ið ferðast verður úr Føroyum. Kanna, hvat er galdandi fyri flogvøllin, ið tú ferðast frá.

NETINNSKRIVING

Útskriva boardingkort á netinum

MOBIL INNSKRIVING

Innskriving á snildtelefon via app

SMS

Boardingkort á telefonina

SJÁLVTØKA

Innskriving við sjálvtøku

Vágar - FAE

Keypmannahavn - CPH

Billund - BLL

Bergen - BGO

Reykjavík - REK

 

Barcelona - BCN

 

Mallorca - PMI

 

Edinburgh - EDI

 

Aalborg - AAL

 

 

 

 

Gran Canaria - LPA

 

Lissabon - LIS

 

Innskriving á heimasíðuni

22 tímar undan fráferð ber til at innskriva seg á okkara heimasíðu. Tú kanst skriva teg inn á forsíðuni við at trýsta á “Innskriving” í leitikassanum. Síðani skrivar tú títt eftirnavn og bíleggingarnummarið við seks teknum. 

Tú kanst prenta ferðapassið (boarding pass) og hava tað við tær á flogvøllin. Tú kanst eisini velja at senda ferðapassið til fartelefonina, so tú altíð hevur tað hjá tær. 

Innskriving við SMS

Atlantic Airways bjóðar kundum sínum at innskriva seg við SMS.

Talan er um eina tænastu, har viðskiftafólkini fáa eitt SMS sendandi 22 tímar undan fráferð, sum boðar frá, at nú er klárt til innskriving.

Tú trýstir á leinkjuna og kemur beinleiðis inn til tína bílegging og kanst innskriva teg. Ferðapassið sæst á skíggjanum.

Tú skalt tó hava netsamband fyri at fáa ferðapassið framaftur á flogvøllinum. Ein annar møguleiki er at taka mynd av ferðapassinum (screenshot), so tú hevur atgongd til myndina á fartelefonini, líkamikið um tú hevur atgongd til netið ella ikki. 

Innskriving á sjálvtøkum

Á flogvøllinum í Vágum standa átta sjálvtøkur til innskriving.

Tú kanst brúka bíleggingarnummarið ella passið til at finna tína bílegging. Hevur tú innskrivað teg heimanifrá, kanst tú skanna strikukotuna.

Sjálvtøkurnar hava tann fyrimun, at har kanst tú eisini útskriva tíni viðførismerkir (bag tags). 

Sjálvvirkandi viðførisavgreiðsla

Á flogvøllinum í Vágum eru tvey viðførisbond við sjálvavgreiðslu.

Um tú innskrivar teg í sjálvtøkunum, setir merkið á viðførið, kanst tú fara beinleiðis til sjálvavgreiðsluna, seta viðførið á bandið, skanna strikukotuna, og nøkur sekund seinni fer kuffertið eftir bandinum, og avgreiðslan er liðug.

Einasta treyt er, at tú ikki hevur meira viðføri við enn loyvt. Um so er, noyðist tú til tann mannaða innskrivingarpultin. 

Flogvallir í Danmark

Billund
Í Billund verður mælt til at innskriva teg til fráferð í seinasta lagi 90 minuttir undan fráferð. Ferðafólk, sum ikki eru innskrivað í seinasta lagi 45 minuttir undan fráferð, kunnu ikki vænta at sleppa við flogfarinum.  

Í Billund verður ikki kallað út til flogfarið. Neyðugt er tí at fylgja væl við á talvunum fyri fráferðir. "Go to gate" eru fyrstu boð um at fara til útgongdina, haðani flogfarið fer. "Boarding" merkir, at nú ræður um at skunda sær til útgongdina.

 

Keypmannahavn 
Mælt verður til, at ferðafólk innskriva seg í Terminali 3 120 minuttir undan fráferð. Tað ber eisini til at skriva seg inn á sjálvgreiðsluni í Terminali 3.

Um tú hevur ein Sveim ella Sveim+ ferðaseðil ella Súlubonus Gull ella BASALT-kort, kanst tú brúka "CPH Express Fast Track" og koma skjótari ígjøgnum trygdareftirlitið.