Skrivað hevur: Kaj Joensen
English summary below
”Skelkandi góður sjónleikur og ein einastandandi dupultframførsla”. Soleiðis orðar dómsnevndin, ið letur ársins Reumert virðislønir, seg í grundgevingum fyri, at tað gjørdust Olaf Johannessen og Jens Albinus, ið fingu heiðurin sum bestu mannligu sjónleikarar í 2020.
Virðislønina fáa teir báðir fyri leiklutin sum tvíburar í sjónleikinum Det store stilehæfte, ið gekk á Husets Teater í Keypmannahavn í vár (sýningarnar vórðu steðgaðar vegna koronu, men verða væntandi tiknar upp aftur á vári 2021, blaðstj.). Hetta er fyrsta ferðin, at tveir sjónleikarar vinna heiðurslønina sum besti mannligi sjónleikari.
“Eg eri ikki sjónleikari fyri at fáa heiðurslønir. Tað havi eg sum so ongantíð verið. Heiðurslønirnar, sum eru komnar, mæla: Tú ert nakað serligt. Tað er ein fella at trúgva tí. Tað snýr seg um at finna eina javnvág ímillum sítt ego og virðingina fyri arbeiðnum, sær sjálvum og sínum starvsfeløgum,” sigur Olaf Johannessen.
Heiður
Olaf Johannessen hevur fingið stóra viðurkenning og nógvar virðislønir fyri leiklutirnar á palli í Danmark og í Týsklandi. Hann hevur verið tilnevndur til týsku sjónleikavirðislønina Faust sum einasti sjónleikari, ið ikki hevur týskt sum móðurmál. Faust virðislønin er ein tann størsti heiðurin fyri sjónleik í vesturheiminum.
Í heyst hevur hann spælt við í leikinum Faust á Teater Republique, og eisini tí framførsluna hava ummælararnir mestsum bara gott at bera.
“Søren Sætter-Larsen og Olaf Johannessen, tveir av okkara bestu sjónleikararum á palli, vísa stórfingin avrik í leikinum Faust,” skrivar til dømis ummælarin hjá Børsen, Lars Wallenberg.
Tað tykist, sum at hvat Olaf Johannessen so fer í holtur við, so eydnast tað væl. Tað hevur eyðkent yrkisleiðina hjá honum.
“Eg havi verið forkelaður og kann ikki annað enn vera nøgdur. Fyri tað mesta hevur tað eisini verið stuttligt. Tað hevur eisini gingið framá alla tíðina,” sigur Olaf Johannessen.
Byrjanin
Tá ið Olaf Johannessen var unglingi, var ikki nógv, sum bendi á, at hann fór at gerast viðurkendur sjónleikari. Ikki tí, sjónleikurin var í blóðinum. Pápin, Eyðun Johannessen, og mamman, Tove Jacobsen, tókust bæði við sjónleik.
Men Olaf helt tað vera meira spennandi at fáast við tónleik, og í sjónleikahøpi var hann upptikin av teknikkinum aftan fyri pallin. At arbeiða við ljósi og pallmyndum – tað var nakað av tí.
“Av tilvild kom eg við í ein leik, tá ið eg var um 16-17 ára gamal, tí teimum manglaði ein sjónleikara. Tað var nokk so stuttligt, og so gekk tað ‘slag í slag’,” greiðir Olaf Johannessen frá.
Í 1983 verður sjónleikaumhvørvið í Havn skift út við sjónleikaumhvørvið í Odense. Olaf Johannessen er fyrst í 20’unum og er sloppin á sjónleikaraskúlan í Odense.
“Tað var eitt kultursjokk. Eg kendi meg ógvuliga fremmandan, og tað tók eini tvey ár, áðrenn eg fall til og kundi hvíla í, hvaðani eg kom, og hvør eg var. Tað var eitt sindur ótrygt í fyrstuni,” sigur Olaf Johannessen.
Menningin
Tá ið Olaf Johannessen minnist aftur á tíðina í Odense, fær sjónleikaraskúlin ikki bestu skotsmálini. Hann hevði væntað sær meira av skúlanum.
Ikki fyrr enn hann eftir lokna útbúgving fær starv í sjónleikarhúsinum í Aarhus, tekur menningin sum sjónleikari veruliga dik á seg.
“Tann veruliga menningin byrjaði ikki, fyrr enn eg var liðugur í skúlanum. Leikstjórar og viðleikarar hava lært meg mest; bæði tá ið tey hava vant meg, og tá ið vit hava tosað,” sigur Olaf Johannessen.
Eftir átta ár í Aarhus, í 1994, gongur leiðin til Keypmannahavnar. Olaf fær starv í Kongaliga Sjónleikarhúsinum í høvuðsstaðnum.
Tá ið Olaf Johannessen hevur arbeitt eini 10 ár á Kongaliga Sjónleikarhúsinum, verður hann uppsagdur. Eitt lítið afturstig á yrkisleiðini, men Olaf fótaði sær skjótt aftur. Hann hevur úr at gera; ikki í føstum starvi, tí tað hevur hann ikki havt síðani tíðina á tí Kongaliga, men heldur ein leiklut í senn, bæði í Danmark og í Týsklandi.
Í 2010 fær Olaf Johannessen handað Lauritzen virðislønina og tær 250.000 krónurnar, ið fylgja við henni. Í donskum høpi er hon ein hin størsta viðurkenningin, ein sjónleikari kann fáa.
“Tað var óveruligt. Tá ið tú hyggur at, hvørji hava fingið virðislønina frammanundan, so eru tað fólk, sum eg virði høgt. Og so eri eg knappliga eisini í tí røðini! Eg føldi meg ikki verdigan til tað, og tó. Ein gerst eyðmjúkur,” sigur Olaf Johannessen.
Drívmegin
At fáa Lauritzen virðislønina merktist beinavegin. Eftirspurningurin eftir Olafi gjørdist størri, ikki bert til leiklutir á palli, men eisini at spæla í filmum og filmsrøðum. Millum annað fekk hann leiklutir í kendum røðum sum Borgin, Brotsgerðin 3, 1864 og Brúgvin.
Tað er tó á palli, at hann kennir seg heima. Har er hann uppvandur, og har eru royndirnar flestar.
“Mær dámar betur at vera á palli, tí tá ert tú meira í sambandi við áskoðararnar. Áskoðarin og sjónleikarin skapa nakað saman í rúminum,” sigur Olaf Johannessen.
Leiklutirnir hava verið mangir og ymiskir øll árini, síðani Olaf Johannessen fyri 40 árum síðani hevði sín fyrsta leiklut. Hann hevur verið við í Jeppe á fjallinum eftir Holberg; Einaræðisharranum, sum er ein leikur eftir kenda filminum hjá Charlie Chaplin frá 1940; Hamlet hjá Shakespeare – og hann hevur spælt Jesus fyri at nevna nakrar heilt fáar leikir og leiklutir.
Men hóast 40 ár á palli, har ein hevur roynt tað mesta, so er hugurin at halda fram enn líka stórur. Olaf Johannessen hevur lagt dent á at velja leiklutir, sum á ein ella annan hátt eru spennandi, fyri ikki at enda í einari støðu, har hann kennir seg fastlæstan.
“Tað er ymiskt, sum ger, um ein uppgáva er spennandi. Tað kann vera leikstjórin, sum er spennandi. Tað kann vera leikluturin. At leikurin er ein klassikari, sum verður gjørdur nútíðarhóskandi – nakað, sum fyriheldur seg til sína tíð og enn er sigandi í dag,” sigur Olaf Johannessen.
Nakrir leiklutir lokka meira enn aðrir.
“Eg havi fyri tað mesta spælt menn, sum berjast við tilveruna. Menn, sum ikki heilt laga seg eftir umstøðunum, og sum berjast fyri at vera til. Tað er kanska ikki tilvildarligt, hvørji tilboð eg sigi nei takk og ja takk til,” sigur Olaf Johannessen flennandi.
“Tað er meira spennandi at lýsa eitt menniskja, sum berjist, enn eitt, sum hvílir í sær sjálvum,” sigur hann.
Tá ið Olaf hyggur aftur á lív sítt sum sjónleikari, so er niðurstøðan, at hann á ungum árum hevur verið ov sjálvsøkin. Tað ráddi um at fáa leikir, har hann varð miðdepilin. Tann hugburðurin er broyttur munandi, serliga eftir at hann møtti konuni, Maritu Dalsgaard, ið er útbúgvin sjónleikari og arbeiðir sum leikstjóri.
“Samrøðurnar við hana hava ment hina síðuna. Tá fekk eg eyguni upp fyri, at virðið liggur í tí, vit gera saman, og ikki tí, eg geri einsamallur,” sigur Olaf Johannessen.
Føroyar
Illa ber til at tosa við føroying, sum býr uttanlands, uttan fyrr ella seinni at spyrja: Ætlar tú at flyta heimaftur?
“Fyri nøkrum árum síðani hugsaði eg: Fanin, nú havi eg búð longur í Danmark enn í Føroyum! Ja, vit tosa av og á um at flyta, tí vit hava bæði sterkt tilknýti til Føroyar.”
Hann er við familjuni í Føroyum fleiri ferðir um árið og viðhvørt eisini í longri tíðarskeiðum.
Olaf Johannessen hevur eitt ynski um at spæla í Føroyum fyri føroyskum áskoðarum. Í 2005 stovnaði hann saman við Maritu Dalsgaard Leikhús Skift.
Í 2006 spældi hann við í einum leiki hjá Leikhús Skift. Ætlanin var at spæla í Føroyum í mai 2020, men ætlanin varð av ongum orsakað av koronustøðuni.
Í staðin setti Leikhús Skift upp ein leik á heysti 2020. Hann varð sýndur í Løkshøll í Runavík í november og í SALT á Tvøroyri í desember. Tað er einrøðuleikur, sum Olaf spælir, og Marita leikstjórnar.
Tú kundi mett, at soleiðis sum arbeiðslívið hjá Olafi sær út, so er frægast, at bústaðurin er í Keypmannahavn. Tá ið samrøðan til hesa greinina verður gjørd, spælir Olaf Faust í Keypmannahavn, samstundis sum hann er við í upptøkunum til eina filmsrøð.
“Sum ferðasambandið er í dag millum Føroyar og útheimin, so ber væl til at røkja eitt starv uttanlands,” heldur Olaf Johannessen.
Hann leggur tó dent á, at avgerðin um at flyta ikki er tikin enn.
“Hvør veit?” spyr Olaf Johannessen.
Um Olaf
Olaf Heine Johannessen, føddur 1961.
Útbúgvin á Odense Teater í 1986.
Hevur vunnið fýra Reumert heiðurslønir. Í 2015, 2016 og í 2020 sum besti mannligi sjónleikarin. Í 2018 fekk hann Ársins Reumert heiðursløn.
Fekk í 2010 Lauritzen virðislønina, sum er størsta sjónleikaravirðislønin í Danmark. Lauritzen virðislønin verður á hvørjum ári givin sjónleikara og sjónleikarinnu, sum hava gjørt vart við seg við einastandandi avrikum antin í sjónleikarhúsi, í biografinum, í útvarpsleiki ella í sjónvarpsrøð. Við heiðrinum fylgja 250.000 krónur.
Fekk í 2009 Poul Reumerts Minnislegat.
Olaf er búsitandi í Vanløse saman við unnustuni Maritu Dalsgaard, ið er útbúgvin sjónleikarinna, og børnum teirra Antoniusi og Johannesi.
Eigur børnini Sissal, fødd 1983, Tobias, føddur 1992, Sigrid, fødd 1995, Antonius, føddur 2002, og Johannes, føddur 2004.
The beginnings
There wasn’t much indication that the teenager Olaf Johannessen would become a renowned actor. Though it is true that both his father Eyðun Johannessen, and mother, Tove Jacobsen, were in the theatre world, Olaf preferred making music or working backstage.
“I was in a play by chance when I was around 16-17, because they were an actor short. It was fun, so things just evolved from there,” Olaf Johannessen reminisces.
He trained at theatre school in Odense, Denmark. He recalls it as a bit of a shock, he felt very foreign at first. And the school didn’t quite live up to his expectations.
After graduating, he started to hone his craft at Aarhus Theatre. Olaf recalls learning most from rehearsals and conversations with directors and fellow actors.
After Aarhus the actor moved to Copenhagen to The Royal Danish Theatre, where he worked for a decade.
A lay-off from The Royal came as a temporary career setback, but Olaf quickly found his feet and starred in roles both in Denmark and Germany.
Accolades
In 2010 Olaf Johannessen receives the Lauritzen Award and the DKK 250,000 that come with it. It is considered the highest recognition an actor can receive in Denmark.
“It was unreal. When you look at the list of former recipients, you see people I admire greatly. And suddenly I found myself in their ranks. (...) It is humbling,” Olaf Johannessen says.
Since then he has received several awards, and a nomination to the German acting award Faust, as the only non-German speaking actor in history. The Faust is one of the greatest theatre accolades in the Western world.
“I’m not an actor for the sake of awards. I never have been. The awards tell you: you are special. Believing that is a trap,” Olaf emphasises and adds, “If you begin to think of yourself as special, you stop growing. (...) No matter what you do, be curious about what is new, changes.”
Still, after the Lauritzen Award Olaf found himself in greater demand and landed roles in TV series like Borgen, The Killing 3, 1864 and The Bridge.
Driving force
Regardless of his TV success, the stage is Olaf’s home. He enjoys co-creating with the audience. His long list of roles includes Hamlet, Jesus and The Dictator, an adaptation of Charlie Chaplin’s 1940 film.
After 40 years on stage Olaf Johannessen has yet to grow tired of the craft. Perhaps because he has always tried to pick roles he finds interesting. “I have mostly played men who grapple with existence. Men who don’t quite adapt (...) perhaps not by chance,” the actor laughs.
Looking back, Olaf concludes that when he was younger he was too selfish as an actor. He wanted roles that placed him centre stage. His attitude changed considerably after meeting his wife, Marita Dalsgaard, who is a trained actress and works as a director.
“She opened my eyes to the fact that there is value in what we do together, not what I do on my own,” Olaf Johannessen says.
Faroe Islands
Faroese expats are invariably asked if they intend to move back home.
Olaf has spent more years in Denmark than the Faroe Islands. The couple occasionally discusses moving back home. They have strong ties to the archipelago and visit several times a year, sometimes for long periods.
Olaf would also like to act in the Faroe Islands. He founded the theatre company Skift in 2005 with Marita. The company was due to play in the Faroe Islands in May 2020, but Covid cancelled those plans. Instead they put up a play in the islands in autumn 2020. A monologue performed by Olaf and directed by Marita.
With Olaf starring in Faust in Copenhagen, while also recording a TV series at the same time, it might appear as though moving would be unthinkable.
“Who knows?” Olaf says and adds, “With today’s travel connections between the Faroe Islands and the rest of the world, it is perfectly possible to work abroad,” though he emphasises that no decision has been made yet.
About Olaf
Olaf Heine Johannesen, born 1961.
Trained at Odense Teater in 1986
Reumert Awards in 2015, 2016 and in 2020 as best male actor. In 2018 he received the Reumert of the Year.
In 2010 he received the Lauritzen Award, which is the greatest acting accolade in Denmark. The Lauritzen Award is handed every year to an actor and actress, who have given outstanding performances in theatre, cinema, radio plays or television series. The honour comes with a DKK 250,000 cash prize.
In 2009 he received the Poul Reumert Memorial Stipend.
Olaf lives in Vanløse with his wife Marita Dalsgaard, who is a trained actress, and their children Antonius and Johannes.
Father to Sissal, born 1983, Tobias, born 1992, Sigrid, born 1995, Antonius, born 2002 and Johannes, born 2004.