FERÐAST TRYGT

ØLL OKKARA FLOGFØR HAVA HEPA-FILTUR

Dagførd ferðaætlan:

Atlantic Airways flýgur soleiðis:

Billund: Tvær/tríggjar ferðir um vikuna (les meira).

Keypmannahavn: Hvønn dag (les meira)

Edinburgh:  Hósdagar og mánadagar frá 5. nov - 7. des. 2020 (les meira)  

Gran Canaria: 15. desember -  6. apríl 2021 

Ísland: Flúgvingin til Íslands er fyribils steðgað  (Les meira)

Tað verður ikki flogið til Barcelona, Mallorca, London, Bergen og París í 2020.

FERÐAST TRYGT

Atlantic Airways og Vága Floghavn krevja, at øll ferðandi skulu vera í andlitsmasku bæði á flogvøllinum og á flogferðini. 

Føroysku myndugleikarnir krevja, at øll ferðandi eldri enn 12 ár, ið lenda í Vágum, skulu kannast fyri covid-19. Frá 1. oktober 2020 krevja myndugleikarnir, at tey ferðandi sjálvi rinda fyri kanningina, ið fer at kosta 312 DKK fyri hvønn. Tað eru flutningsfeløgini, ið hava fingið til uppgávu at krevja gjaldið inn. Ferðandi fara tí at fáa eitt gjaldsleinki sendandi frá Atlantic Airways áðrenn fráferð. Um tann ferðandi ikki rindar um leinkið áðrenn fráferð, verður eitt ómaksgjald lagt afturat umframt sjálvt kanningargjaldið.

Atlantic Airways hevur gjørt hesar serskipanirnar til sínar kundar, ið vilja útseta sínar ferðir:

Broyt ferðaseðilin uttan broytingargjald
Fá ein tilgóðarseðil uppá fullu upphæddina

Nógv trýst er á okkara Kundatænastu í løtuni. Tí heita vit á kundar um brúka leinkjurnar omanfyri.

GG! Ferðafólk, ið eru sjúk av covid-19, hava covid-19-sjúkueyðkenni ella eru í sóttarhaldi, sleppa IKKI at ferðast við Atlantic Airways.

BÓLKAFERÐIR

Eru tit 10 ella fleiri, sum ferðast saman, kunnu tit fáa ein bólkaprís.
Les meira her

 

Ert tú 25 ár ella yngri ella fulltíðarlesandi, kanst tú sveiggja aftur og fram.
Les meira her

SÚLUBONUS

 Savna súlubonusstig, sum tú kanst brúka til at keypa ferðaseðlar fyri.
Les meira her

TÍÐINDABRÆV

Melda til okkara tíðindabræv og fá tilboð og tíðindi um t.d. nýggjar farleiðir og ferða-prei beinleiðis í innbakkan.