FERÐAST TRYGT

ØLL OKKARA FLOGFØR HAVA HEPA-FILTUR

Dagførd ferðaætlan:

Keypmannahavn: Hvønn dag

Billund: Mána- og hósdagar umframt eykatúrar um jólini

Aalborg: 17. des, 20. des, 2. og 3. jan. 2021

Gran Canaria: 2. feb -  6. apr 2021 

Keflavík: 21. og 28. des umframt 4. jan 2021

Bergen: Flogið verður beinleiðis til Bergen mánadagar 23. nov, 30. nov, 7 des, 14 des, 21 des 2020 

FERÐAST TRYGT

Føroysku myndugleikarnir frámæla í løtuni allari óneyðugari ferðing úr Føroyum til onnur lond.

Føroysku myndugleikarnir krevja, at øll ferðandi eldri enn 12 ár, ið lenda í Vágum, skulu kannast fyri covid-19. Myndugleikarnir krevja í hesum sambandi eisini, at tey ferðandi rinda eitt covid-19 avgjald. Avgjaldið er 312 DKK fyri hvønn. Tað eru flutningsfeløgini, ið hava fingið til uppgávu at krevja avgjaldið inn. Ferðandi fara tí at fáa eitt gjaldsleinki sendandi frá Atlantic Airways áðrenn fráferð. Um tann ferðandi ikki rindar um leinkið áðrenn fráferð, verður eitt ómaksgjald lagt afturat umframt sjálvt avgjaldið.

Føroysku myndugleikarnir heita eisini á ferðandi um at lata seg kanna 3 dagar áðrenn fráferð til Føroya, umframt 6 dagar eftir komu í Føroyum.

Børn yngri enn 12 ár eru undantikin, bæði tá ið tað kemur til covid-19 kanningina og avgjaldið, men foreldur ella avvarðandi skulu kunna skjalprógva aldurin hjá barninum við td. passi.

Atlantic Airways hevur gjørt hesar serskipanirnar til sínar kundar, ið vilja útseta sínar ferðir:

Broyt ferðaseðilin uttan broytingargjald
Fá ein tilgóðarseðil uppá fullu upphæddina

Atlantic Airways og Vága Floghavn krevja, at øll ferðandi skulu vera í andlitsmasku bæði á flogvøllinum og á flogferðini. 

Orsakað av covid-19 hava nógv lond sett í gildi innferðaavmarkingar.

Tú sum ferðandi hevur sjálv/ur ábyrgdina av, at tú lýkur treytirnar fyri at sleppa inn í landið, tú ferðast til. Upplýsingar um møguligar innferðaavmarkingar eru ofta at finna á heimasíðuni hjá uttanríkismálaráðnum í landinum, har tú ert býrt ella ert ríkisborgari.

GG! Ferðafólk, ið eru sjúk av covid-19, hava covid-19-sjúkueyðkenni ella eru í sóttarhaldi, sleppa IKKI at ferðast við Atlantic Airways.

BÓLKAFERÐIR

Eru tit 10 ella fleiri, sum ferðast saman, kunnu tit fáa ein bólkaprís.
Les meira her

 

Ert tú 25 ár ella yngri ella fulltíðarlesandi, kanst tú sveiggja aftur og fram.
Les meira her

SÚLUBONUS

 Savna súlubonusstig, sum tú kanst brúka til at keypa ferðaseðlar fyri.
Les meira her

TÍÐINDABRÆV

Melda til okkara tíðindabræv og fá tilboð og tíðindi um t.d. nýggjar farleiðir og ferða-prei beinleiðis í innbakkan.