Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Stuðulspolitikkur

Høvuðsendamálið hjá Atlantic Airways er at knýta Føroyar nærri umheiminum við einum tryggum, búskaparliga burðardyggum, fjølbroyttum og altjóða kappingarførum loftvegis sambandi við útheimin.

Sum virkin luttakari í samfelagnum stuðlar felagið eisini bæði bólkum og einstaklingum. Stuðulsveitingar eru fyri okkum ein íløga, og tí vilja vit fegin hava nakað afturfyri stuðulin. Vit stuðla ítróttini og mentanini, tí vit halda, at samfelagið eigur at hava eitt sunt og fjølbroytt mentanar- og ítróttalív. Vanliga stuðla vit landsliðum heldur enn lokalum liðum, eins og vit vilja lívga um góð talent, sum kunnu gera vart við seg og Føroyar uttanlands.