_

_

_

Keypmannahavn

Vit flúgva hvønn dag til Keypmannahavnar. Danski høvuðsstaðurin var fyrsta ferðamálið hjá Atlantic Airways, tá ið flogfelagið varð sett á stovn í 1988, og er Keypmannahavn framvegis høvuðsflogleiðin hjá felagnum. 

Keypmannahavn hevur nógv at bjóða alt árið. Býurin er upplagdur bæði til longri og styttri ferðir, sum til dømis ein býarskáa, tí við matstovum í heimsflokki, góðum innkeypsmøguleikum, djóragarði, Tivoli, alskyns søvnum, strond og nógvum, nógvum øðrum, er okkurt áhugavert og stuttligt at finna uppá.

Spáka ein túr eftir 'Strøgnum' í Nyhavnina at eta ein ís og njót býarlívið frá bryggjukantinum. Leiga eina súkklu og súkkla ein túr framvið Amagerstrand ella kanska ein túr í Kongens Have ein góðveðursdag. Møguleikarnir at eta úti og uttandura eru sera fjølbroyttir og óteljandi. Tú fært alt frá eini pylsu á gongugøtuni til fínari mat á virðisløntum matstovum.

Vit kunnu ikki annað enn at viðmæla eina ferð til Keypmannahavnar bæði til stór og smá. 

Hevur tú fyrispurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum við at ringja á telefon +298 34 10 00 ella við at senda ein teldupost til [email protected]

Vit eru til reiðar at hjálpa tær!

Fakta um Keypmannahavn

Íbúgvatal 1.300.000
Tíðargeiri GMT+1
Mál Danskt
Gjaldoyra DKK